Handilsvinnufelagið: Vilja hava javnari kappingartreytir

Føroyingar handla nógv á netinum. At keypa vørur umvegis internetið og fáa tað sent heim er ein gongd, ið hevur vundið uppá seg í nøkur ár og alt bendir á, at gongdin ikki fer at broytast.

 

Hesin veruleiki er eisini endurspeglaður í tí, at brúkarar kunnu í dag móttaka ein pakka frá Posta toll- og avgjaldsfrítt, um samlaða virðið á pakkanum er undir kr. 300.
Eisin kunnu ferðandi við Norrönu og Atlantic Airways keypa fyri upp til kr. 2500 uttan at rinda eyka fyri tað tá tey koma til Føroya.

 

Handilsvinnufelagið sendi í fjør eitt skriv til Fíggjamálaráðið, har teir vístu á vandarnar við hesum skipanum, ið førdi til at føroyska handilsvinnan var útsett fyri eina ójavnari kapping.

 

Handilsvinnufelagið sigur í tíðindaskrivi í dag, at teir vilja ikki avtaka skipanir við nethandil ella at brúkarin fær ágóðar. Heldur vilja teir vísa á, at føroyska vinnan bleiv javntsett í skipanunum, soleiðis at brúkarin eisini kundir keypa avgjaldsfrítt her heima, um vøran kostaði minnið enn kr. 300.

 

Meir verður um evnið í Sosialinum í vikuskiftinum.