Fríggjadagin megnaðu studentaskúlanæmingarnir í Hoydølum at loypa øði í fólk, tá teir tarnaðu ferðsluni við Hoydalar. Í hálvan annan tíma ella so stóð ferðslan mest sum í stað og darvaðu hundraðtals fólkum á veg til arbeiðis.
Næmingarnir í Handilsskúlanum í Marknagili vilja ikki standa nakað aftan fyri studentarnar, so í morgun løgdu teir út á vegin at tarna ferðsluni. Ferðslan er kanska ikki tann stóra uppi á Marknagilsvegnum um morgunin, so handilsskúlanæmingarnir høvdu leitað sær oman í Steinatún um hálvgum átta tíðina í morgun.
Eftir lítlari løtu kom løgreglan tó á staðið og sambært vakthavandi á løgreglustøðini lurtaðu handilsskúlanæmingarnir eitt sindur betri eftir enn tey í Hoydølum. Tískil gekk væl betri at loysa proppin í Steinatúni.