Handilsnavnið Restorff er farið í søguna

Í eini 150 ár hevur navnið Restorff verið ein partur av handilslívinum í Føroyum. Tað var í 1848, at gamli Martin Christian Restorff kemur til Føroya sum bakari.

Tá ið einahandilin verður avtikin í 1856 fer Restorff at gera um seg, og hann upparbeiðir eina stóra fyritøku við skipum, handlum í Havn og ymsa staðni í landinum, fiskavirking og eisini bryggjarí.

Tá ið gamli fall frá tóku yngru ættarliðini við. Hesi høvdu ymsar fyritøkur og handlar, sum førdu Restorff navnið víðari. Hetta hevur so gingið upp og niður, og seinnu árini hevur tað mest verið niður á bakka.

Fleiri og fleiri Restorff fyritøkur hava lagt árarnar inn. Her kann nevnast Restorffs bryggjarí og bakaríið hjá Frants Restorff, sum hava verið ímynd av Havnini alla ta tíð, fólk minnast.

Herfyri fór seinasta Restorff handilsnavnið í søguna, og hetta var P. A. Restorff í Sigmundargøtu.

Hann, sum byrjaði hendan handil, var Poul Andreas Restorff. Hann var sonur Andreas William Restorff, sum var sonur gamla Restorff.

Poul byrjaði hendan handil í 1919 á Landavegi 3. Men longu í 1920 varð hann fluttur oman har, hann hevur verið síðani.

Tað gekk upp og niður við hesum handli, soleiðis sum greitt varð frá um Poul A Restorff í røðini Hendur ið Sleptu.

Hann byrjaði við at lata fólk keypa upp á borg. Hetta gav nógv økta sølu, men tá ið gjaldast skuldi, kom at standa á.

Í 1929 doyr Poul, og sonurin Andreas, sum var úti og sigldi, varð boðsendur at koma heima at reka handilin. Tað stóð ikki væl til fíggjarliga, men Andreas fekk arbeitt handilin uppundan aftur. Meira kann lesast um hesa søguna í bókini Sebastians Hús hjá Oddvør Johansen, sum er abbadóttir Poul.

Handilin hevur annars verið ein av teimum stóru í Havn, har nógv hava arbeitt og nógv fólk hevur keypt.

Tá Andreas leggur frá sær fer handilin tó úr ættini. Hann hevði ongan at taka við, og tískil varð handilin yvirtikin av Davinu og Johan Mikkelsen. Tey varðveittu tó gamla navnið.

Men nú var so tíðin komin, tá ið tey hildu, at tíð var at gevast. Tey hava gjørt avtalu um, at tað verður PE-samtakið, sum skal reka handilin víðari. Men nú verður tað í teirra navni.

Tískil var 18. mai seinasti dagur opið varð hjá P.A. Restorff, og longu vikuna eftir varð skiltið tikið niður. Og harvið fór Restorff sum handilsnavn í søguna.

Hetta hendir nakað samstundis sum eitt annað kent handilsnavn fer í søguna, nevniliga Hjalmar Jacobsen.

Tað skal tó sigast, at tað er tó Restorffætt, sum framvegis hevur handil, men tað er í øðrum navni. Andreas í Vágsbotni, upprunin til handilin við sama navni, var sonur Fanny, sum var systir Poul Restorff.

Lützenmenninir á Skálatrøð eru eisini ættaðir frá Restorff. Forfaðir teirra Jacob Lützen giftist við Jettu, dóttir gamla Restorff.


Nýggjar tíðir


Tíbetur er tað soleiðis, at fyri tað um nakað steðgar upp, so ”kemur maður í mans stað.” Handilin er stongdur nú, og hann letur upp aftur 23. juli í heilt nýggjum hami.

Leiðarin verður tann bert 19 ára gamli Bjørgfinn Heinesen, sonur Sólfríð og Ingolf, úr Norðragøtu. Hóast hann er ungur, er hann royndur á økinum. Hann var bert 17 ár, tá ið hann gjørdist leiðari hjá PE-handlinum á Skála. Her hevur hann roynst so væl, at hann hevur fingið ta avbjóðing at reka hendan nýggja handilin í miðbýnum í Havn.

Bjørgfinn er ein bragdligur fýrur. Hann hevur eisini mong hugskot um komandi handilin. Hetta verður uttan iva spennandi at síggja, tá ið handilin opnar aftur.

Men tað er kortini við sorgblídni, at Restorffnavnið fer í søguna.


ó.