Handilsmiðstøð ? partur av størri heild

Rani Nolsø, býráðslimur, er ein av teimum, ið vónar, at handilsmiðstøðin í Klaksvík verður veruleiki, sum partur av miðbýarætlanini.
- Ein handilsmiðstøð er ikki bara ein týdningarmikil íløga í sær sjálvum, men fer eisini at stimbra hugin hjá bæði klaksvíkingum og øðrum at fremja íløgur í Klaksvík.
Men alt hetta skuldi helst byrja við norðoyatunnilinum. Um ikki tunnilin og teir møguleikar, hann hevur við sær, fer at frema íløguhugin í Klaksvík, so er okkurt grundleggjandi galið her norðuri, sigur Rani, sum ásannar, at sum støðan er í løtuni, er handilslívið ikki nokk til at lokka fólk til Klaksvíkar, hvørki tá tað snýr seg um at gera íløgur ella at fara til handils.