Handilsmiðstøð í bíðistøðu

Longi hevur verið tosað um ætlaðu handilsmiðstøðina í Klaksvík, men tað hevur verið sera torført at fáa nakað at ítøkiligt at vita um ætlanina. Sum Sosialurin skilir, tekur fyrireikingararbeiðið nógva tíð, tí verkætlanin er so umfatandi

Klaksvík:
Verkætlanin við handilsmiðstøðini er ikki ein kommunal verkætlan. Tað eru privatpersónar, sum eru í gongd við hana. Privatpersónar, sum eru sera varnir við at úttala seg, tí nógvir leysir endar eru enn.
Sum skilst, so hevur felagið fingið trý tilboð upp á verkætlanina. Eitt av teimum tilboðunum var ov høgt, meðan tvey av teimum sita teir og arbeiða við. Hetta tekur nakað av tíð, tí spurningar skulu setast viðvíkjandi tilboðunum, og tað skulu tilboðsgevararnir eisini hava stundir til at arbeiða við.
Við síðuna av hesum verður eisini arbeitt við at finna íleggjarar og fígging til verkætlanina, sum, tá alt verður tikið við, verður mett at koma at kosta um 100 milliónir krónur.

Trý stig
Verkætlanin koyrir í løtuni í trimum stigum. Fyri góðari viku síðani varð umsókn send inn um fígging, leitað verður eftir íleggjarum og tilboðini kannað, samstundis sum leigarar til miðstøðina eisini skulu finnast.
Handilsmiðstøðin skal standa við Sandin, har eini 100.000 rúmmetrar av gróti skulu fyllast í, áðrenn sjálv byggingin av miðstøðini kann byrja. Hetta arbeiðið fer væntandi í gongd um einar tveir mánaðir.
Gongur hetta, sum tað skal, so verður klárt at byggja har einaferð í september, sum borgarstjórin Steinbjørn Jacobsen hevur skilt.
Nógvar verkætlanir liggja fyri framman í Klaksvík nú undirsjóvartunnilin av sonnum fer í gongd. Týsdagin verður so full styrki sett á arbeiðið, tá fyrsta skotið borðoyarmegin verður latið av.
Tað allarfyrsta grótið, sum kemur úr tunlinum fer til arbeiðsøkið uppi við bátahylin í Borðoyavík. Síðani skal nakað av grótið út um Norðborg, har eitt øki til bingjur og bygningar skal gerast.
Síðani verður farið í holt við miðbýin og økið har, handilsmiðstøðin skal standa.

Tíðarneyð
Borgarstjórin sigur, at meðan fylt verður við bátahylin og uttan fyri Norðborg, fer kommunan í gongd við at taka upp við Sandin, soleiðis at tað verður klárt at fylla í, tá hitt er liðugt. Og hann ásannar, at tað er við nakað av tíðarneyð, at alt hetta fer í gongd.
? Men árstíðin til at flyta grót og gera alt hetta arbeiði er við okkum, og so er bara at vóna, at aðrar forðingar ikki fara at verða. Tí um handilsmiðstøðin skal verða veruleiki, tá tunnilin verður liðugur, so má og skal tað helst farast í gongd við byggiarbeiðið so skjótt sum tilber, sigur Steinbjørn Jacobsen.
Um hetta fer at eydnast, ber ikki til at siga í dag. Men veruleikin er so hann, at týsdagin verður fyrsta skotið borðoyarmegin latið av, samstundis sum handilsmiðstøðin er í einari bíðistøðu. Og so er spurningurin, um fígging verður latin, um alt grótið er komið uppá pláss við Sandin og um alt annað fellur upp á pláss viðvíkjandi hesi verkætlan í nóg góðari tíð.