TF Holding eigur saman við Framtaksgrunninum meiri enn 50% av partapeninginum í Smyril Line, og sum eitt felag rikið á handilsligum grundarlagi ynskja eigararnir, at felagið skal standa seg so væl fíggjarliga, sum yvirhøvur tilber.
Gunnar í Liða, stjóri í TF Holding, heldur ikki, at tað er fremsta áhugamálið hjá hetlendsku íleggjarunum.
- Hetland hevur sum partaeigari sæð hetta sum eina íløgu , ið fyrst og fremst skal gagna infrakervinum í Hetlandi. Orsøkin til, at teir yvirhøvur vóru umboðaðir í nevndini var, at gjørdur varð ein partaeigarasáttmáli, sum tryggjaði teimum umboðan í nevndini fimm ár fram, sigur Gunnar í Liða.
Hann heldur, at tá teir ikki hava sama handilsliga áhuga í Smyril Line, sum restin av íleggjarunum, er tað upp á sítt pláss, at skifta hetlendska nevndarlimin út við ein, sum ynskir at reka felagið á handilsligum grundarlagi.
- Tá tað vísir seg, at tað ikki er fíggjarligt grundarlag fyri at sigla upp á Hetland, so mugu vit taka skipið úr teirri rutuni. Og tað er ikki í áhugamálinum hjá hetlsndsku myndugleikunum. Men vit mugu reka skipið so fíggjarliga forsvarligt, sum gjørligt, sigur Gunnar í Liða.
Hann vísir annars á, at tá Smyril Line verður rikið væl so væl sum tilber á handilsligum grundarlagi, so kemur hetta eisini Shetland Development Trust til góða sum íleggjari.
- Men tað stutta av tí langa er, at hetlendingar ikki hava somu áhugamál í Smyril Line, sum restin av íleggjarunum, og tí meta vit onga grund var til, at teir eru umboðaðir í nevndini, sigur Gunnar í Liða.