Á summum økjum er Hoyvíkssáttmálin ímillum Føroyar og Ísland ein stórur vansi fyri Føroyar og ein stórur fyrimunur fyri Ísland.
Tað er niðurstøðan hjá Uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum.
Landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum, Jenis av Rana, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at lata Hoyvíkssáttmálan halda fram.
Undanfarna samgonga segði Hoyvíkssmáttmálan upp, tí eftir fiskivinnulógini, sum tann samgongan samtykti, skuldu útlendingar ikki sleppa at eiga í fiskivinnuni og tað varð í stríð við Hoyvíkssáttmálan.
Men nú hevur Jenis av Rana lagt uppskot fyri Løgtingið um at lata sáttmálan halda fram og tað tekur meirilutin í Uttanlandsnevndini undir við.
Men tað kann enda við einum handilskríggi ímillum Føroyar og Ísland, tí meirilutin, sum eru Bill Justinussen, Brandur Sandoy, Frimodt Rasmussen, Jaspur Langgaard og Beinir Johannesen úr samgonguni, seta treytir við fyri at lata Hoyvíkssáttmálan halda fram.
Teir vísa á, at íslendskir myndugleikar seta tekniskar forðingar fyri, at føroyskar fyritøkur kunnu útflyta landbúnaðarvørur til Íslands. Men samstundis stendur føroyski marknaðurin víðopin fyri íslendskum landbúnaðarvørum.
– Hetta ger, at føroyski landbúnaðurin tapir í kappingini við íslendskt kjøt og mjólkarvørur, og tað darvar menningini í føroysku landbúnaðinum.
Meirilutin í Uttanlandsnevndini biðjur tí Jenis av Rana um beinanvegin at geva íslendingum boð um at strika tær teknisku forðingar, ið íslendingar leggja fyri innflutningi av landbúnaðarvørum úr Føroyum.
Gera íslendingar ikki tað, má landsstýrið taka málið upp við tí fyri eyga at tarna innflutninginum av íslendskum landbúnaðarvørum til Føroya, sigur meirilutin í Uttanlandsnevndini.
Men gera íslendingar tað heldur meirilutin, at Hoyvíkssáttmálin skal halda fram.
Hinvegin hevur ein annar trupulleiki stungið seg upp. Og tað er, at samgongan samtykti í gjárkvøldið, at í seinasta lagi í 2032 skal engin útlendingur eiga nakað í fiskvinnuni í Føroyum, heldur ikki teir, sum nú eiga í vinnuni.
Íslendingar hava góðtikið, at hetta hava føroyingar rætt til - men teir góðtaka ikki, at vit gera tað við afturvirkandi kraft. Kravið frá Íslendingum er nevniliga, at hetta skal ikki ávirka viðurskiftini hjá teimum íslendingum, sum longu eiga í føroysku fiskivinnuni.
Í hesum sambandi hevur uttanríkisráðharrin í Íslandi, Gudlaugur Thor Thordarson, boðað Jenisi av Rana frá, at føroyingar og íslendingar kunnu seta avmarkingar í gildi fyri útlendskum eigaraskapi í fiskivinnuni.
Men hann sigur, at treytin er sjálvandi tann, at íløgur, sum eru gjørdar fyri 1. januar 2020, verða ikki ávirkaðar.
Men nú hevur samgongan nettupp samtykt, at allur útlendskur eigaraskapur skal úr feløgum, sum hava fiskirættindi í Føroyum – og hetta er eisini galdandi fyri tær íløgur, sum longu eru gjørdar - og spurningurin er, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa fyri Hoyvíkssáttmálan.










