– At Huawei vórðu útskiftir við Ericsson hevur einki við njósning ella trýst aðrastaðni frá at gera. Tað er orsaka av handilskrígnum, sum hevur verið millum Kina og USA. USA setti forðingar fyri at flyta komponentar og skipanir til Kina og til Huawei. Ein partur av skipanin var haðani. Tað merkti, at Huawei ikki kundu vera við, hóast teir vóru sinnaðir til tað, sigur Hans Jákup Langgaard, stjóri á FT Samskifti.
Hann vísir sostatt aftur tíðindunum, sum Kringvarpið og in.fo bóru fríggjadagin, at Huawei ikki verður nýttur sum veitari til politinetið, tí at tað er ein spurningur um trygdina.
– Vit søktu løgregluna um at skifta skipanina, so at Ericsson varð undirveitari ístaðin, og tað játtaðu teir, sigur Hans Jákup Langgaard.
Hann vísir á, at skipanin kemur omaná eitt kjarnunet hjá Huawei.
– Broytingin var eisini gjørd í november í 2019. So hetta er einki nýtt. Nei, hetta hevur als einki við 5G netið at gera ella tey politisku útspælini, hvat net skal nýtast ella ikki, sigur Hans Jákup Langgaard.
Kinverjar eru vrakaðir
Huawei kundi ikki veita
Í skrivinum, sum Ríkispolitiið legði út, stendur annars: "Efter optagelse på USA's Entity List kan Huawei ikke længere levere de krævede licenser, hvorfor Føroya Tele er nødt til at skifte underleverandør for at kunne opfylde kontrakten."
Aðrastaðni í skrivinum stendur:
”Efter udløb af tilbudsfristen havde Rigspolitiet kun modtaget ét konditionsmæssigt tilbud. Dette tilbud var fra Føroya Tele. Kontrakt blev tildelt til Færoya Tele med Huawei som underleverandør.
Efter optagelse på USA's Entity List kan Huawei ikke længere levere de krævede licenser, hvorfor Færoya Tele er nødt til at skifte underleverandør for at kunne opfylde kontrakten.”
Frá hestavogni til nýggjan Volvo
– Nýggja talgilda samskiftisnetið hjá løgregluni fer at lætta munandi um arbeiðið hjá allari tilbúgvingini, sigur Hans Jákup Langgaard, stjóri í FT Samskifti.
Higartil hava tað verið ljóðbylgjur, ið hava ferðast, tá ið løgreglan í Føroyum hevur samskift sínámillum. Men nú verður tað talgilt.
Hetta ger alt samskifti munandi lættari. Til dømis kann tann fyrsti løgreglumaðurin, ið kemur á staðið, senda eitt video til støðina, sum so sendir boðini víðari til sløkkiliðið.
– Sum vit hava skilt tað, hevur ein stór avbjóðing verið samskifti, tá ið talan hevur verið um ymsar tilbúgvingareindir í tilbúgvingini. Nú kann løgreglan hava sítt egna net, men teir kunnu eisini taka sjúkrabilatænastuna við, ella eitt nú MRCC, landssjúkrahúsið, sløkkiliðið, flogvøllin, bjargingartænastur ella aðrar bólkar alt eftir tørvi., sigur Hans Jákup Langgaard.
Útgerðin er talgild og kryptereað.
– Hetta er sum at fara frá at koyra í einum hestavogni í mun til einum spildurnýggjum Volvo, sigur stjórin í FT Samskifti.
Nýggja samskiftisútgerðin verður latin løgregluni umleið hálvan juni, upplýsir Hans Jákup Langgaard.