Handilsjavnin stór yvirskot

Handilsjavnin av vørum hevur havt stór yvirskot seinanstu nógvu árini og var yvirskotið 1,5 mia. í juni 2024 og 2,3 mia. kr. um skip og flogfør ikki telja við.

Tíðindaskriv, Landsbanki Føroya:

 

Mynd 1 niðanfyri vísir uttanlandshandilin av vørum sum leypandi 12-mánaðar samanlegging. Handilsjavnin er útflutningurin av vørum minus innflutningin av vørum. Handilsjavnin var 1,5 mia. kr. í juni 2024, meðan hann uttan skip og flogfør var 2,3 mia. kr.

 

Í 2023 minkaði útflutningsvirðið nakað av botnfiski og alifiski, meðan økti útflutningurin av svartkjafti sum fiskaúrdráttur vaks munandi í bæði nøgd og virði. Prísirnir á fiskamjøli, fóðri og serliga lýsi, vóru hinvegin høgir alt 2023, og fyrstu mánaðirnar av 2024.

 

Útlitini fyri útflutningin í 2024 eru millum annað merkt av øktari svartkjaftakvotu og høgum laksaprísum. Útflutningurin av sild, makreli og toski fellur væntandi vegna fallandi kvotum. Størsta broytingin í metingunum fyri 2024 samanborið við 2023 er, at útflutningurin av mjøli  og lýsi væntandi fellur, tí makrelur verður framleiddur til matna, heldur enn at verða landaður sum ídnaðarfiskur.

 

Fyrra hálvár í ár er innflutningsvirðið minkað góð 14%, ið svarar til eina minking á 852 milliónir krónur. Minkingin var góð 12% áðrenn verkfallið byrjaði, tí er tað er ikki verkfallið, sum drívur minkingina, men í høvuðsheitum bíligari innflutningsvirði á brennievni og ein lækking av innfluttum skipum.

 

Útflutningurin er somuleiðis minkaður, men ikki eins nógv sum innflutningurin, og tað er tí framvegis avlop á handilsjavnanum (juni 2024).

 

Mynd 1 Handilsjavnin, vørur

 

##med2##

 

Les heystfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.