Nógv fólk hava bíðað eftir at okkurt munagott skuldi henda við hesi áhugaverdu ætlanini í miðbýnum í Klaksvík.
Ætlanin sjálv hevur verið ávegis í fleiri ár, men í kvøld kemur málið um eina útstykkingarætlan fyri miðbýin til viðgerðar.
Málið snýr seg um ein rættiliga stóran handilsdepil, sum m.a. eisini skal hýsa eini høll til kongressir og fundir.
Sum skilst er ætlanin eisini at eitt stórt torg skal verða í handilsdeplinum, og sjálvandi hópur av handlum og øðrum, sum natúrliga eigur at verða í slíkum depli.
- Vit síggja nógvar møguleikar í einum slíkum handilsdepli, sigur Jákup Mikkelsen, næstformaður í Klaksvíkar býráði við Sosialin.
Fyri hann og mong onnur er lítil ivi um, at ein handilsdepil av slíkum slagi er alneyðugur fyri Klaksvíkina í framtíðini.
- Hann er neyðugur fyri fólkið her í Norðoyggjum. Og hann er ikki minst neyðugur fyri tey mongu, sum fara at koma hendavegin nú Norðoyatunnilin letur upp, sigur varaborgarstjórin.
Onkur heldur at handilsdepilin kemur í seinna lagi. Hinvegin kann staðfestast, at tíðspunktið hetta málið kemur fram aftur er ógvuliga væl valt.
Um fáar dagar verður koyrandi undir Leirvíksfjørð. Og tey mongu vitjandi kunnu nú síggja fram til at sleppa til handils í einum stórum handilsdepli mitt í Klaksvík um nøkur ár.
Prinsipielt loyvi
Klaksvíkar býráð skal á fundi í kvøld viðgera hetta málið, sum hevur verið í umbúna í eina tíð.
Í uppritinum til hetta málið verður sagt, at nevndirnar í býráðnum hava staðfest, at her er talan um eitt heilt nýtt uppskot til eina miðbýarætlan í veruleikanum triðja uppskotið!
- Innihaldsliga líkist henda ætlanin tó nógv teimum undanfarnu, verður sligið fast.
Tað ið vantar er, at býráðið av nýggjum játtar eitt prinsippielt loyvi til tær tillagingar, sum nú eru í málinum.
Hetta skal gerast í fyrsta umfari. Seinni skal so tann fíggjarligi parturin hjá kommununi takast upp til viðgerðar.
Tær ymisku nevndirnar í kommununi hava havt hetta til viðgerðar og hava sagt gott fyri tí.
Mentanarnevndin tekur eisini undir við tí mentanarliga partinum av verkætlanini, sambært einum uppskoti frá KHRAS-arkitektum sum teir gjørdu í mars mánaði í ár.
Nevndin mælir til, at hesin parturin verður lýstur til fulnar innihaldsliga og hvussu hesin kann verða framdur.
Spakan í
Jákup Mikkelsen leggur stóran dent á tann týdningin, sum ein slíkur handilsdepil kemur at hava fyri býin.
- Nógv tíð er longu farin, meðan málið er vorðið fyrireikað. Nú vóna vit at spakin skjótt kann verða settur í hesa ætlanina, sigur hann.
Í fyrsta umfari er bert talan um sjálva tillagingina av ætlanini. Seinni skal tann fíggjarligi parturin hjá kommununi takast til viðgerð.
Hesin parturin snýr seg m.a. um liðugtgerð av økinum.