Fyri nøkrum mánaðum síðani varð almannakunngjørt, at Havsbrún í Fuglafirði hevði keypt gomlu bygningarnar, har Handils- og Frystivirkið fyrr hevði hildið til. Tá varð einki sagt um hvat nýggju eigararnir ætlaðu við bygninginum, bara, at teir høvdu ikki keypt bygningin við tí fyri eyga, at lata hann standa tóman.
Nú er so meira kjøt komið á ætlarnirnar hjá Havsbrún. Hetta merkir, at tað ein av allarfyrstu døgunum aftur verður lív í gomlu virkisbygningunum hjá Handils- og Frystivirkinum í Fuglafirði.
Nýggju eigararnir hava nevniliga gjørt ein leigusáttmála við fyritøkuna East Salmon í Klaksvík, um at alifyritøkan skal leiga gomlu virkisbygningarnar til góðskingarvirkið til alifisk.
Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún sigur við Sosialin, at tað kortini framhaldandi verður Havsbrún, sum verður eigari av virkinum, og tað er eisini Havsbrún, sum hevur staðið fyri umbyggingini og nútímansgerðini av gamla virkinum.
Ikki dýrt at keypa
Stjórin í havsbrún vil ikki upplýsa fyri Sosialinum hvussu nógv teir hava latið fyri gomlu bygningarnar hjá Handils- og Frystivirkinum.
- Bankin gav okkum eitt tilboð um at keypa bygningin, og tá vit mettu, at tað var eitt gott tilboð, og vit høvdu pengarnar, so gjørdu vit av at keypa, sigur Bergur Poulsen.
Hvat var endamálið tá tit keyptu?
- Tá høvdu vit ikki avgjørt, hvat vit skuldu fara at brúka bygningarnar til, og tað var heldur ikki beinanvegin, at henda ætlanin kom á borðið, sigur Bergur Poulsen.
- Men hetta er ein góð loysn tí við hesum fær alifyritøkan eitt góðskingarvirkið, og tað hevur verið ætlanin í eina tíð, leggur Bergur afturat.
Eiga ein part í East Salmon
Tað er nú neyvan av tilvild, at valið av leigara fall á East Salmon, sum leigara í hesum føri, tí fyritøkurnar báðar arbeiða meiri enn tætt saman.
Havsbrún er størsti einstaki eigari í East Salmon, og teir eiga 40 prosent av partapeninginum. Hinir eigararnir eru Fiskasølan og so teir tríggir privatmenninir, sum upprunaliga stovnaðu fyritøkuna, sum var ?forleyparin? til East Salmon. Teir tríggir eru Grímur Rasmussen, Símun Pauli úr Konoy og Líggjas í Bø.