Handilin hevur verið opin síðani 1935. Nú eftir 71 ár letur handilin aftur, tí at hann ikki longur gevur yvirskot.
Óluva Húsgarð er forkvinna í nevndini fyri Heimavirkinum. Hon harmast um støðuna, sum hon er í dag. Hon greiðir frá søguni hjá handilinum:
- Handilin lat upp 1. desember 1935. Handilin skuldi skipast sum eitt partafelag, har ið hvørt partabræv kostaði 2 krónur. Men fólk áttu ikki 2 krónur tá, tí at tað vóru nógvir pengar. Ístaðin varð felagið skipað sum ein sjálvsognarstovnur.
- Tað var erhvervskomissiónin "Dansk arbejde", sum saman við framstandandi fólkum í Tórshavn tá setti hetta felagið á stovn fyri at savna vøruna inn, sum síðani kundi seljast víðari. Tað sótu nógvar konur úti á bygd og bundu, og handilin tók ímóti vøruni, sigur Óluva.
Felagið fekk navnið "Føroyskt Heimavirkið". Í gerðabókini stendur, at tað var Marius Debes, sum navngav felagnum, og hann fekk 500 kr. afturfyri. Hetta vóru sera nógvir pengar tá. Tað kann samanlíknast við eina ársløn hjá einum skipara.
Nevnd skuldi veljast til Heimavirkið, og merkisvert er tað, at konan hjá amtmanninum, frú Ringberg, varð vald til forkvinnu.
Felagið hevur ført gerðabók øll árini, og tí er øll søgan fest á blað.
Heimavirkið hevur einans nýtt føroyska ull til sína framleiðslu. Tað hevur givið út 26.000 bindibøkur uttan stuðul. 5.000 bókur eru komnar út við stuðuli frá ymiskum feløgum. Øll nevndin arbeiðir fyri einki, og tí má sigast, at tað er eitt flott avrik.
Óluva Húsgarð heldur, at ein føroyskur siðarvur fer fyri skeytið, nú handilin letur aftur. Hon heldur ikki, at Snældan og Tøting kunnu samanberast við Heimavirkið, tí at tey brúka fabriksvøru. Tey nýta nógva útlendska ull. Óluva Húsgarð er ikki í iva um, hvør orsøkin er til, at handilin ikki ber seg longur:
- Politikkarnir hava lagað MVG-lógirnar soleiðis, at tað er ógjørligt hjá okkum at reka handil. Síðani MVG-gjaldið varð lagt afturat, hevur handilin givið undirskot á hvørjum ári. Sjálvsognarstovnarnir hava ikki ráð at legggja MVG afturat teirra vøru.
Hon leggur tó dent á, at handilin er ikki farin á húsagang, men tey valdu at lata aftur, tí at tað gongur tann vegin. Handilin hevur ongantíð havt útsølu, og tað ætla tey heldur ikki at hava nú, áðrenn handilin letur aftur.