Føroyar eru í holt við at fáa í lag fríhandilssáttmálar við Kina og Russland, umframt longu at hava ein undirskrivaðan sáttmála liggjandi við Turkaland, ið einans vantar endaligu staðfestingina.
Hóast ivasomu eyðkennini fyri tær tríggjar tjóðirnar, sum Føroyar stremba á at fáa í lag fríhandilsavtalur við, minnir uttanríkisráðharrin á, at handil og moralur eiga at verða skild hvør frá øðrum.
– Moralur er í øllum, men vit royna at seperera hasi tingini. Vit halda okkum til mannarættindi á mannarættindafundum, og til handil á handilsligum fundum, sigur Poul Michelsen, uttanríkis- og vinnumálaráðharri.
Hann ásannar, at tað er torført at svara fyri seg, tá ið USA ella ES fregnast um hvat Føroyar gera í Russlandi, Turkalandi og Kina, men vísir somuleiðis á, at tað eru fleiri viðurskifti, sum Føroyar ikki hava fullan ræðisrætt á og tískil heldur ikki fult innlit í.
- Stórur partur av uttanríkispolitikkinum er danskt málsøki, og tað avmarkar innlitið hjá okkum í hví ávísar uttanríkispolitiskar avgerðir verða tiknar. Vit fáa bara tað at vita, sum danir meta er neyðugt fyri okkum at vita. Ta politiska úteftir kunnu vit taka, tá ið Føroyar fáa størri uttanríkispolitiskan ræðisrætt, sigur Poul Michelsen.
- Sum er hava vit ikki ráð til annað. Tað er ov dýrt at blanda moral uppí. Um man skal vera moralskur verji í øllum viðurskiftum og býta borgarar upp í fyrsta, annan og triðja grads borgarar, kemur man ikki langt. Tá er hóskandi at snara spurninginum á – eru nógv av teimum friðarligu londunum ikki problematisk? Tey eru fleiri, sum framleiða vápn og selja hesi víðari til onnur ivasom lond. Tað er eisini dupultmoralskt. Eg haldi, at vit mugu lata handil vera handil, sigur uttanríkis- og vinnumálaráðharrin.
ST hevur fleiri ferðir átalað Kina fyri brot á mannarættindasáttmálan, har persónliga frælsi hjá borgarunum er ógvuliga skert – nakað, sum er eyðsæð, tá ið fólk nýta internetið og fleiri síður eru duldar.
Somuleiðis hevur stórur ruðuleiki valdað í Turkalandi seinastu árini, við Erdogan á odda. Eitt miseydnað statskvetti hevur ført við sær, at turkiski forsetin hevur økt sær enn meira um valdi og samstundis skert framsøgu og fjølmiðlafrælsi hjá fólkinum í Turkalandi. Í juni skeyt løgreglan gummikúlur eftir fólki, sum tóku lut á gay pride í Istanbul. Myndugleikarnir hava nevniliga bannað skrúðgongum fyri samkyndum í Turkalandi.
Sambært mannarættindaeftirlitsstovninum, Human Rights Watch, er Russland vorðið eitt alsamt meira kúgandi stýrið, sum hevur avmarkað øll framsøgufrælsi hjá sínum borgarum í eini roynd at køva atfinningarsamar røddir bæði á netinum, prenti og í gøtunum. Meðan stjórnin avmarkar grundleggjandi rættindini hjá sínum borgarum, royna fjølmiðlarnir í Russlandi at sannføra russar um, at tað heldur er vesturheimurin, sum arbeiðir ímóti russiskum áhugamálum. Fjølmiðlarnir eyðmerkja atfinningarsamar røddir í Russlandi sum verandi vesturlendskir agentar, og eggja tískil russum at arbeiða ímóti hóttanini frá vesturheiminum. Við strangari lóggávu, hava myndugleikarnir í stóran mun megnað at kasta hatur á sokallaðu vesturlendsku agentarnar.