Eftir tíðarbil við týnandi mótburði í sínari tilveru, raknaði meistarin við eftir heilsustrik, og í religiøsum eldhuga og við inniligum takksemi fyri endurvunna jarðarlívið og fyri frelsuna fyri framman skapti hann eftir bert 21 døgum, har hann lítið og onki svar og nóg illa tók føði til sín, henda út í triðja tíma langa lovsong til Hin Altvaldandi – eitt bragd, sum listarsøgan neyvan veit annað dømi um, og sum Stefan Zweig so kveikjandi lýsir í bók síni “Mannaættar stjørnuløtur.”
Tað var tó ikki bara so hissini burtur úr serstakari lagnuløtu, at meistarin soleiðis hugfangaður fór til verka. Tekstin til verkið hevði hann sjálvur frammanundan sett saman burtur úr gamla og nýggja testamenti. I flestu av kirkjuligu tónaverkum Händels er tað søga Ísraels, ið verður lýst, so sum heitini eisini geva til kennar: “Esther”, “Deborah”, Samson”, “Joshua”, “Saul”, “Judas Maccabæus” og fleiri onnur. Men “Messias” hevur sína serstøðu. Her snýr tað seg ikki um at lýsa trupulleikarnar hjá einstøkum persónum, ella hvussu eitt einstakt fólk, Ísraels fólk, verður fríað úr trongd og neyð. Nei, hetta er ein boðskapur um, hvussu øll mannaættin verður loyst frá synd og trega og reist upp á evsta degi. Skiftandi teksturin við sínari musikalsku íklæðing lýsir søgu Krists frá fyrijáttan, føðing, lívi, deyða og fram til uppreisn.
Ár eftir ár varð “Messias” framført undir tónaskaldsins leiðslu fyri stúgvandi fullum kirkjum og konserthøllum, og 8 dagar, áðrenn hann doyði, varð tann blindi og likamliga avmaktaði meistarin leiddur fram at framføra hetta sítt yndisverk. Enn í dag kennist hátíðarstundin mikil víða um heim, tá ið máttmikla Halleluja-kórið lyftir lurtandi mannfjøldina úr sæti, eins og tað gjørdi á frumframførsluni í Dublin í 1942.
*
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Havnarkórið og <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Suð framføra MESSIAS <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$í Christianskirkjuni nú leygardagin kl. 17.00 og <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$í <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Norðurlandahúsinum sunnudagin kl. 16.00.
Atgongumerkir til konsertina sunnudagin – 200 kr. vaksin og 50 kr børn upp til 14 ár – eru at fáa í Norðurlandahúsinum og í Kunningarstovunum í Havn og í Runavík.
Í Klaksvík verður høvi í kirkjuni at stuðla tiltakinum við einum íkasti.










