Handanin var føroysk

Tað var Bente Kjær, sum handaði heiðursmerkini í frælsum ítrótti hósdagin

 

Handan


Umframt heiðursmerki hjá Hera Ziska, so var eisini okkurt annað ískoyti til handanina av heiðursmerkjum í frælsum ítrótti hósdagin. Bente Kjær, sum er eitt av ÍSF-umboðunum á ferðini, handaði nevnliga heiðursmerkini hendan dagin.


Eitt sindur av nervum

Á veg út til leikvøllin hittu vit Bente, og vit spurdu hana, um hetta var nakað, sum hon hevði vitað leingi.

- Eg fekk upprunaliga at vita, at eg skuldi handa heiðursmerkini, tá kappast varð í fjallasúkkling, men tá hetta varð tikið av skránni, varð eg spurd, um eg so kundi taka frælsan ítrótt ístaðin.

Spurd, um hon var eitt sindur spent, nú hon var á veg út til leikvøllin, segði hon, at hon ikki endiliga var so spent.

- Eg vil siga, at eg havi eitt sindur av nervum. Eg veit ikki rættilga, hvussu hetta fer fram, og eisini tí at tað er øgiliga mansdominerandi her niðri. Eg haldi, at nú vildu tey so bara hava, at tað var ein kvinna, sum skuldi handa merkini, men tað er so eisini í lagi fyri mítt viðkomandi, sigur hon at enda.

Tá vit prátaðu við hana, var ikki greitt, um nakar føroyingur fór at vera á pallinum, men sjálv vónaði Bente, at so fór at verða.

- Tað vóni eg at sleppa. Tað vildi verið ótrúliga stuttligt, segði hon at enda.