– Eg fái sum lærari á Tórshavnar Kommunuskúla ikki sagt annað enn, at handan var fúl, Heðin Mortensen!
Tað er rætt, tá ið tú sigur, at tit (býráðið) eiga Kommunuskúlan; men tit eru sett at tæna áhugamálum borgaranna, og tað má sigast, at á Kommunuskúlanum eru nógvir, heilt nógvir av havnarborgarum savnaðir hvønn einasta dag. Á skúlanum eru út við 600 børn, og tað gevur eitt stórt foreldratal! – Hava hesi foreldur ikki rætt til, at teirra børn fáa so góða undirvísing sum gjørligt?
Og tá ið vit sum skúli royna at ganga tíðarandanum á møti á námsfrøðiliga økinum, uppliva vit í hesum døgum, at alt hetta verður skjúgvað til viks, tí Heðin Mortensen brádliga velur at reagera uppá eitt avgamalt problem, sum Býráðið í Havn hevur forsømt í mong, mong ár. – Nemliga at viðlíkahalda sínar skúlabygningar!!!
Faktist hevur Heðin rætt í, at vit hava klagað og kært okkum um standin á Gamla Realskúlanum, tí har vóru forholdini alt annað enn góð til skúlabrúks, og vit hava als einki ímóti, at Realskúlin verður dagførdur, so hann kann innganga í ta yvirskipaðu námsfrøðiligu linju, vit hava á Kommunuskúlanum.
Men uttan at spyrja sakkunleikan (og tað mugu lærarar vælsaktans roknast at vera, tá ið talan er um undirvísingarmál), velur Býráðið at trumfa eina ætlan um ein fyrisetingarbygning ígjøgnum, ið vit, sum arbeiða á skúlanum ikki duga at síggja, at vit hava brúk fyri. Vit hava ið hvussu er ikki ynskt hann! Og tað vísir mótmælisskrivið eisini, ið sent er øllum býráðslimum í vikuni.
Hiðani vit standa við einum skúla, sum seinastu mánaðarnir hevur verið rikin eftir einum lappaloysnarleisti, ið er alt annað enn nøktandi við einum útlagnum 10nda flokki og serhølum, sum ikki eru atkomilig, er tað freistandi at halda, at ørsøkin til, at Býráðið tvíheldur um gera Realskúlan til fyrisetingarbygning, einans er økonomisk, tí reglugerðirnar fyri brunatrygd og so framvegis er nógv strangari, tá ið talan er um ein skúlabygning, enn tá ið talan er um ein skrivstovubygning. Hesin strangleiki merkir jú, at tað kostar meiri at dagføra ein bygning, so hann líkur skúlatreytunum, enn tað kostar at gera eitt gamalt hús um til skrivstovubygning!
Og tað kann væl vera, at argumentið við brannfelluni heldur, tá ið tað kemur til skarpskeringar, men Heðin, vælsignaður, nú hevur tú kjansin ... at vísa teg sum fyrsta borgarstjóran í Havnini, sum tók stig til at viðlíkahalda og útbyggja skúlabygningarnar til trivað og gangs fyri útbúgvingarstøðið í høvuðsstaðnum (ið jú sambært altjóða hagtølum er eitt tað hægsta í landinum), so teir lúka teimum treytum, sum gera foreldur trygg og børnini glað.
Er tað ikki ómakin hugaligari eftirmæli at fáa á skúlaøkinum, enn at vera kendur sum tann, ið smildraði tann tradisjónsríka og námsfrøðisliga vælfungerandi Kommunuskúlan í Havn sundur í berum treiskni, ella uppaftur verri bert fyri at spara eitt sindur av peningi?