Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar í dag saman við Sosialinum, ber til at lesa greining um stóru broytingarnar á føroysku hondbóltslandsliðnum.
Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER
Nýggja nevndin í HSF hevur valt ein útlendskan leist til føroysku landsliðini, og tí hava venjarahøvd rullað. Størsta offrið eitur Kári Nielsen, meðan Ingi Olsen og Andreas F. Hansen verður kolldømdir, tí børnini spæla á fleiri av landsliðunum.
Les millum annað hvat Geir Wardum hevur at siga um nýggja leistin. Les eisini alt um hondbóltsvikuskiftið, har toppdystur var hjá kvinnunum.
Í ÍtróttarSosialinum eru eisini spælararmetingar frá stórsteypadystinum, sum Víkingur vann 2-1 á KÍ. Les eisini um Finn Justinussen og Meinhard E. Olsen, sum møttust í føroyingauppgerð og brendu hvør sín stóra møguleika.
Í klummuni hugleiðir Eyðun Klakstein um málbrúk hjá ítróttarfólki í miðlunum. Er tað í ordan at banna, og hvussu við at tosa um ball og veitslu, tá tú hevur vunnið? Klumman hevur heitið ”Stýrið tykkum eitt sindur”.
Les eisini upptakt til 1.deild í fótbólti, har eitt av feløgunum meldar greitt úr, at liðið skal í bestu deildina. Les eisini stuttsøgd, fimm spurningar til ein venjara í Effo-deildini, ið heldur at hann kann blíva landsliðsvenjari, og ummælið av bók um venjaralívið hjá Michael Laudrup.










