Framsýning av handaligum næmingaarbeiði verður í Ribarhúsi í Fuglafirði hesa vikuna.
Tað eru næmingarnir, Charlotta Rasmussen, Rebekka I. Rasmussen, Helena Kjeld, Durita Olsen, Rebekka Petersen og Karolina Petersen, sum sýna fram myndir.
Tær hava gjørt myndirnar í Fuglafjarðar kvøldskúla í vetur í royndarlist.
Framsýningin er opin hvønn yrkadag hesa vikuna frá klokkan 15-17.30 og leygardagin frá klokkan 11-13.
Næsta sunnudag klokkan 17 letur ein onnur framsýning av handaligum næmingaarbeiði upp í Ribarhúsi.