Handa virðislønirnar í morgin

Mikudagin 17. september - føðingardag M. A. Jacobsens - klokkan 5 seinrapartin handar Tórshavnar býráð Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnabókaheiðurslønir Tórshavnar Býráðs á Býarbókasavninum.

Mikudagin 17. september - føðingardag M. A. Jacobsens - klokkan 5 seinrapartin handar Tórshavnar býráð Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnabókaheiðurslønir Tórshavnar Býráðs á Býarbókasavninum.

Bókmentavirðislønir M. A. Jacobsens vórðu fyrstu ferð handaðar í 1958. Í 1996 samtykti Tórshavnar býráð at broyta reglugerðina. Heitið er nú broytt til Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens, og nevndin hevur heimild at lata tríggjar virðislønir, eina fyri fagurbókmentir, eina fyri yrkisbókmentir og eina fyri mentanaravrik; við mentanaravrik verður hugsað um fólk, sum hava avrikað nógv fyri føroysku mentanina. Nevndin hevur heimild at gera av ikki at lata onkra teirra, um hon heldur, at einki verk ella avrik er virðislønarvert. Í ár verða tríggjar virðislønir latnar.

Nýggj nevnd er sett 1. januar 1997. Tórshavnar býráð setti Egon Hansen, jákup Jacobsen og Beintu Nattestad í nevndina. Rithøvundafelagið setti Gunnar Hoydal, og Fróðskaparsetur Føroya setti Eyðun Andreassen. Býarbókavørðurin er skrivari í nevndini.

Barnabókaheiðursløn-

ir Tórshavnar Býráðs vórðu fyrstu ferð handaðar í 1976. Sambært reglugerðini bert til at lata í mesta lagi tvær lønir. Í ár verður bert ein latin. Í nevndini er formaðurin í mentamálanevndini fastur limur. Formaðurin eftir kommunuvalið 1996 er Klæmint Olsen. Ein barnabókavørður er eisini fastur limur, tað er Malan Jacobsen. Í nýggju nevndina frá januar 1997 setti Tórshavnar býráð Heðin Mortensen og Poulinu Slættanes. Felagslærararáðið setti Høgna Joensen.

Tónleikarar frá Tórshavnar Musikkskúla luttaka, tá ið handanin fer fram. Handanin er almenn.