Handa løgmanni yvir 50.000 undirskriftir um fría fosturtøku

Tey siga, at tað kann ikki halda fram at vera kriminelt at fáa fosturtøku í Føroyum

– Tá ið rætturin til fosturtøku er staðfestur í altjóða lóg, eiga Føroyar at fylgja henni, sigur Turið Maria Jóhansdóttir, aðalskrivari í Amnesty í Føroyum

Altjóða kvinnudagur er í dag og hetta høvi fer Amnesty í Føroyum at brúka til at varpa ljós á, at vit ikki hava fría fosturtøku í Føroyum.

 

Í hesum sambandi hava tey savnað inn undirskriftir síðani í heyst við eini áheitan á landsstýrið um at virka fyri at broyta lógina so at vit fáa fría fosturtøku í Føroyum.

 

Undirskriftir eru samlaðir inn í fleiri Norðurlondum, og tilsamans hava tey fingið yvir 50.000 undirskriftir, sum vera handaðar løgmanni í dag.

 

Í løtuni er tað løgmaður, sum umsitur málsøkið í landsstýrium fyri Bjarna Kárason Petersen, sum er í barnsburðarfarloyvi, men hann fær so undirskriftirnar, tá ið hann fer til arbeiðis aftur.

 

Bara í Føroyum fingu tey 2.200 undirskriftir og Turið Maria Jóhansdóttir, aðalskrivari í Amnesty í Føroyum, sigur, at hetta er eitt óvanliga stórt tal á undirskriftum.

 

Hetta er nevniliga tríggjar, fýra ferðir so nógvar undirskriftir, sum tey vanliga fáa, tá ið tey samla undirskriftir í Føroyum.

 

Men Amnesty er ein altjóða felagsskapur, sum virkar fyri mannarættindum kring allan heimin, og tískil hevur fosturtøkubannið í Føroyum eisini stóran áhuga uttanlands.

 

Tískil hava Amnesty felagsskapirnir í hinum Norðurlondum eisini samlað undirskriftir inn fyri at vísa samhaldsfesti við føroysku kvinnunum, og fyri stuðla áheitanini á myndugleikarnar í Føroyum um fría fosturtøku í Føroyum.

 

Bara í Danmark eru yvir 36.000 undirskriftir samlaðar inn fyri at vísa samhaldsfesti við føroyskum kvinnum og restin av undirskriftunum eru so úr Íslandi, Noregi og Svøríki.

 

– Amnesty er ein altjóða felagsskapur, sum virkar fyri mannarættindunum í øllum heiminum, soleiðis sum tey eru staðfest í altjóða felagsskapinum, ST.

 

Í tí sambandi er tað eisini staðfest í kvinnirættindasáttmálanum hjá ST, at kvinnur hava sjálvar rætt til at gera av, um tær vilja hava børn, hvussu nógv børn tær vilja hava, nær tey vilja hava børn og við hvørjum, sigur Turið Maria Jóhansdóttir.

 

So tá ið kvinnur í Føroyum ikki hava fría fosturtøku, er tað brot á altjóða kvinnurættindi og tískil er tað eisini eitt mál fyri Amnesty, sigur hon.

 

– Tá ið rætturin til fosturtøku er staðfestur í altjóða lóg, eiga Føroyar at fylgja henni, sigur Turið Maria Jóhansdóttir.

 

Hon sigur, at Føroyar eru einasta norðurlandið, sum ikki hevur fría fosturtøku og í roynd og veru er okkara fosturtøkulóg ein tann strangasta í øllum Evropa.

 

Nevndin hjá ST, sum varðar av kvinnurættindum, hevur eisini heitt á myndugleikarnar í Føroyum um seta fría fosturtøku í verk, og tað gjørdi nevndin eisini so seint sum í fjør.

 

– Tað er ein órættur ímóti kvinnum í Føroyum, at tær ikki hava rætt til fría fosturtøku og Kvinnufelagið í Havn hevur ta støðu, at tað er ein tann størsta javnstøðutrupulleikin í føroyska samfelagnum, at kvinnur ikki hava ræðið á sínum egna kroppi, sigur aðalskrivarin í Amnesty.

 

– Tá ið rætturin til fosturtøku er staðfestur í altjóða lóg, eiga Føroyar at fylgja henni, sigur Turið Maria Jóhansdóttir, aðalskrivari í Amnesty í Føroyum