NSÍ er steypavinnari 2002. Teimum verður ynskt hjartaliga tillukku við sigrinum og við fyrstu atgongumerkjunum út í Europa. Tá Jens Martin Knudsen í dýrdarveðrinum um hálvgum seks tíðina ólavsøkudag stóð við steypinum kundi ikki annað staðfestast, enn at sigurin var rudduliga uppiborin. Teir báðar tímarnar frammanundan hevði hann tvær ferðir tóktst kámur.
Men tað høvdu sigurssælu vinnararnir onga orsøk at hugsa um. Tá tað stóð nógv á, høvdu teir smoygt seg í vásaklæði. Ein stríddist fyri allar og allir fyri ein, og tað eydnaðist at seta HB upp á pláss. Havnarmenninir, sum við lutakasti undan dystinum vóru gjørdir til heimalið, fánaðu alt meiri, og í 2. hálvleiki megnaðu teir ongantíð at seta Jens Martin Knudsen upp á stórar royndir.
Seinna umfarið var størri tyngd og vilji í vinnaraliðnum. Helgi L. Petersen var framúr arbeiðssamur, dynamiskur og skjótur, Sjúrður Jacobsen var í vinstru akkurát so kaldur og góður, sum hann plagar at vera, Ulrik Balling vísti seg at vera álopsstyrkurin, sum tey bæði leikbannini kravdu, og høgra síða var væl betri við, enn hon hevði verið í fyrra umfarinum.
Umstøðurnar gjørdu, at tað var neyðugt við nýggjum kreftum á vøllinum, og NSÍ venjarin vísti, at hann hevði treytaleyst álit á beinkinum. Tríggir ómóðir spælarar vórðu sendir á vøllin, og teir vóru í góðveðrinum við til at fáa sigurin til høldar.
Skelkirnir
Fyrra ferðin, at sigurin tóktist langt burtur hjá NSÍ, var, tá spælararnir fóru av vøllinum eftir fyrru trý korterini. Tá var lítið, sum bendi á, at teir gulu og svørtu skuldu fara við øllum.
Spælið hevði sum heild ikki verið tað, sum roknast kann við, at tað er, tá tvey topplið eru á grasinum. Persónligu mistøkini vóru nógv, og ferðin í góðveðrinum var einki at rópa hurrá fyri.
Serliga var tað NSÍ, sum hevði trupulleikar. Høgra borð var eyðkent av, at álopsparturin var púra lamin, og miðverjan var ikki sannførandi. Ov ofta ? ella rættari næstan hvørja ferð ? varð bólturin sparkaður heldur enn spældur fram á vøllin. Tað hevði aftur við sær, at fyritreytirnar hjá miðvallarunum vóru alt annað enn góðar. Kári Hansen arbeiddi á verjukenda plássinum,og í vinstru var Jónstein Petersen um reppið onkra ferðina at sleppa einsamallur ígjøgnum, men tað varð ikki meiri enn nær við og næstan.
Í álopinum gav Ulrik Balling onkra hóming av, at hann hevði evnini at hótta og avgera, men fjálturin longri afturi á vøllinum hevði við sær, at lítil ella eingin tyngd var í álopspartinum, og tað var væl skiljandi, tá venjarin fram ímóti steðginum setti Helga L. Petersen fram og tók Ian Højgaard aftur á miðvøllin.
HB spældi ikki á nakran hátt væl. Men teir høvdu betri tak á bóltinum. 1?0 leiðslan var staðfesting av, at roynda steypaliðið hevði verið spælførandi. Jan C. Dam og Jóhannis Joensen høvdu ongantíð verið settir undir trýst. HB hevði bóltin meiri, men tað var lítil tyngd í álopspartinum. Vongverjarnir vóru ongantíð vandamiklir, og í álopinum vóru Jón Rói Jacobsen og Andrew av Fløtum rættuliga tamir.
Hallur Danielsen var í vinstru mest skapandi HB spælarin, og tað var hann, sum sendi innfyri, tá Rógvi Jacobsen stútaði til 1?0. Inngangurin til støðuna, sum bar málið við sær, var sigandi fyri NSÍ avrikið í 1. hálvleiki. Arnfinn Langgaard hevði ikki nóg mikið av áliti á sær sjálvum og málverjanum til úr ikki serliga kroystari støðu at spæla aftur til málverjan, men beindi bóltinum út til óneyðugt innkast við hornaflaggið. Tann støðan hevði trý HB horna í høgru við sær, og í triðja førinum endaði bólturin í hinum borðinum, og tá var tað, at Hallur Danielsen smoygdi sær framvið einum mótstøðumanni, áðrenn hann legði innfyri og í pannuna á Rógva Jacobsen.
Seinni NSÍ skelkurin átti at komið miðskeiðis í 2. hálvleiki. Birgir Sondum, sum hevði gott tak á dømingini, sendi Pól Thorsteinsson av vøllinum. Tá sá svart út hjá NSÍ, men støðan tók seg merkiliga væl upp. Djóni N. Joensen varð settur í miðverjuna, og NSÍ hevði bara ein á toppinum. Men tað tóktist ikki bila, tí tað vóru fleiri, sum løgdu stórar arbeiðsbyrðar á seg, og tað var ikki undarligt, at HB menninir eftir dystin iðraðu seg um, at teir á ongan hátt megnaðu at gera nyttu burturúr, at teir vóru yvirmannaðir.
Avgerandi støðurnar
Fyri NSÍ og spenningin var tað avgerandi, at útjavnandi málið kom beinanvegin í 2. hálvleiki. Tríggir minuttir vóru farnir, tá Ulrik Balling við góðum skoti úr høgru og dygst niðri við stólparótini gav HB fyrstu ávarðingina. Og avleidda hornasparksstøðan bar útjavnandi málið við sær. Eftir út frá í høgru longdi Helgi L. Petersen við høvdinum heilt inn undir málið, har Ulrik Balling var fyrstur á, og so fór rættuliga at prutla undir gulu og svørtu grýtuni.
HB legði um frá 4?4?2 og til 4?3?3 við Pæturi M. Dahl sum triðja manni í álopsketuni, og Hallur Danielsen varð fluttur í høgra borð. Umskipingini skuldi rættuliga standa sína roynd, tá NSÍ var skert, men fáu málmøguleikarnir stóðust í hinum endanum.
Sjúrður Jacobsen sendi yvir 45 metrar fríspark til innskifta Bergur Djurhuus, sum var so mikið leysur í høgru, at bólturin stakk tvær ferðir í svørðin, áðrenn Bergur úr góðari støðu smekkaði til. Bólturin fór skeivu megin stólpan, men støðan bar boð um, at HB ikki fór at fáa sigurin og harvið steypið og Europa Cup luttøkuna borna upp í føvningin.
Tað restaðu fimm minuttir, tá Sjúrður Jacobsen nakað úr vinstru sendi fríspark í HB brotsteigin. Eftir nærdyst millum Jóhannis Joensen og Helga L. Petersen bríkslaði dómarin fyri brotssparki, og Brynjolvur Nielsen, sum avgjørt var millum teir, ið blomstraðu í 2. hálvleiki, megnaði at bera stóra trýstið. Bárður Johannesen varð sendur til vinstru fyri seg sjálvan, meðan bólturin streyk í netið í hinum borðinum.
NSÍ fagnaðurin mundi ikki steðga. Fyri fyrstu ferð nakrantíð høvdu teir vunnið sær rætt til Europa Cup luttøku. HB, sum er tað liðið, ið oftast hevur umboðað Føroyar í europeisku kappingunum, varð sett upp á pláss. NSÍ fór í arbeiðshamin í 2. hálvleiki, og hóast teir leingi vóru undirmannaðir, so fingu teir fulla úrtøku burturúr. Eftir góðu úrslitini í kappróðrinum ólavsøkuaftan, trumfaðu teir í fótbóltinum ólavsøkudag. Tað var flott!