Hamrén: Vit fara ikki at satsa uppá 0-0

Svenski landsliðsvenjarin vil hava sínar spælarar at vísa sama hugburð, sum í fyrra dystinum.

Um minni enn tveir tímar fara Danmark og Svøríki at spæla landsdyst nummar 105 landanna millum. Um sæð verður burtur frá dystunum millum Ongland og Skotland, sum hava eina søgu, sum røkkur aftur til 1872, so er søgan hjá Danmark og Svøríki, og innanhýsis uppgerðunum teirra millum, helst millum tær drúgvastu í evropeisku fótbóltssøguni.

 

Tað stendur ikki smávegis uppá spæl í Parkini í kvøld klokkan 19.45. Liðið, sum fær samlaða sigurin vinnur seg í EM-endaspælið, sum verður í Fraklandi komandi summar. Svøríki er á odda 2-1 frá fyrra dystinum í Stokkhólmi, men tað fær ikki svenska venjaran, Erik Hamrén at satsa uppá 0-0, og ein samlaðan sigur uppá 2-1 til Svøríki.

 

Við stóra svenska blaðið "Expressen" sigur Erik Hamrén: - Vit skulu ikki verða feigir, og halda, at tað fer at røkka við einum 0-0 javnleiki. Vit skulu revsa Danmark júst, sum vit gjørdu í heimadystinum. Vit síggja fram ímóti dystinum í kvøld. Tað verður gott loksins at fáa ein enda á hesari EM-undankappingini, staðfestir Erik Hamrén.

 

Erik Hamrén sær tað, sum ein fyrimun, at Svøriki fyri fyrstu ferð síðani 1992 vann á Danmark í einum landsdysti, tá teir vunnu 2-1 farna leygarkvøld: - At bróta ein gongd er torført. Men nú hava vit brotið hasa keðiligu gongdina, og tað gevur okkum mót uppá at venda gongdini. Okkara neiliga gongd ímóti Danmark varð loksins brotin leygarkvøldið. Eg kendi veruliga á mær, at nú er tað okkara túrur. Nú skulu vit bara royna at endurtaka tað í Parkini, sigur Erik Hamrén við Expressen.