Hamranes og Breiðanes hava fiskað 2000 tons

Tað hevur gingið væl hjá nýggju hvalbiartrolarunum, Hamranesi og Breiðanesi, síðan skipini fóru til fiskiskap undir nýggjum eigarum í februar mánaða í ár Sløk 2000 tons.

Tað er samlaða veiðan hjá nýggju hvalbiartrolarunum, Hamranesi og Breiðanesi, síðan skipini loystu fyrstu ferð undir nýggjum eigarum í februar mánaða í ár.

Í gjár landaði parið í Hvalba. Teir vóru fullir undir lúkurnar, harav stívliga ein triðingur av veiðini var góður toskur. Hin parturin av veiðini var upsi.

Tað má sigast at vera áhugavert og positivt, at toskur eisini er farin at síggjast aftur í veiðini hjá partrolarunum.

Hamranes og Breiðanes loystu ætlandi aftur í Hvalba seinnapartin í gjár.

Sum skilst, byrjaði hesin túrurin við ávísum trupulleikum teir fyrstu dagarnar, men seinastu fimm dagarnar hava skipini roynt eystanfyri og fingu uppí, áðrenn túrur var lokin.

Tað eru menninir aftanfyri djúpvatnstrolararnar, Steintór og Sjagaklett, sum saman við øðrum eiga, manna og reka Hamranes og Breiðanes, ið eru fyrrverandi Navarin og Borgarin, sum eru keyptir frá Føroya Banka.

Upprunaliga eru hetta gomlu Polarhav og Stjørnan, sum leirvíkingar áttu.