Hamragarður at kalla liðugur

Ellisheimið í Vági er nú nærumum liðugt. Í farnu viku vóru starvsfólk hjá Vágs Kommunu og hugdu at bygninginum, sum nú at kalla er liðugur, tó at alt ikki er liðugt innanveggja, og innbúgvið er ikki komið enn.

Men semja tóktist valda millum starvsfókini um, at hetta er ein stásiligur bygningur. (sí eisini myndatema)

Ellisheimið hevur fingið navnið Hamragarður. Umframt ellisheim, eru eisini íbúðir til sinnsveik bygdar frammanfyri stóra bygninginum, ið er ellisheim. Niðasta hædd av stóra bygninginum eru hølir hjá deplinum fyri sinnisveik.

Ellisheimið Hamragarður verður ætlandi víst alment fram 28. mai. Rúm er fyri 24 fólkum. Tað eru 4 eindir á 6 fólk. Hvør eind hevur ein

nærkøk/stovu.

Harafturat er stórkøkur, stór matarhøll/salur, fysioterapi og ergoterapi,

vaskirúm, starvsfólkarúm ,skiftirúm goymslur og annað.

Frammi hevur verið, at deplin fyri sinnsveik verður tikin í nýtslu í heyst.

Teknað hava arkitektarnir Albert Isfeld og Gudmund S. Hansen.