Hampuliga nøgdir

Høgni M. Joensen hjá AB helt eftir dystin móti B36, at hóast tapið, so kunnu teir í AB-leguni vera hampuliga væl nøgdir við avrikið.

- Vit koma tvær ferðir aftur upp á javnt, og í longum løtum av dystinum haldi eg eisini, at vit eru heilt væl við.

So har er nakað, sum tit halda tykkum kunna byggja víðari uppá?

- Heilt avgjørt. Teir báðar komandi dystirnar spæla vit móti liðum, sum verða spádd at vera partur av niðaru hálvu, og fáa vit nøkur stig í teimum báðum royndunum, haldi eg slettis ikki, at tað fer at síggja so galið út hjá okkum, segði Høgni M. Joensen.