Hampiligt vikuskiftisveður

Veðrið næstu dagarnar verður heldur skiftandi

Veðurfrøðingurin í Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen, boðar frá skiftandi veðri næstu dagarnar

 

Veðrið fyrrapartin í morgin verður heilt gott. Yvirhøvur verður turt og sólglottar, men um kvøldið kunnu vit vænta regn. Hitin kemur at liggja millum 8 og 11 stig.

 

Sunnudagin verður turt allan dagin, sólin sær, men mjørkaflókar eru væntandi. Hitin verður millum 11 og 14 stig.

 

Hoyr Petur Skeel Jacobsen greiða frá veðrinum næstu dagarnar við at trýsta á pílin undir myndini.