Veðrið um vikuskiftið, tá bátastevna er í Vestmanna, verður heldur umskiftandi.
Dagurin í morgin byrjar við nakað av vindi, sum tó minkar út á seinnapartin. Tað fer at regna eitt skifti, men eisini verða sólglottar. Tað verður ikki so kalt, tí hitin kemur at liggja millum 7 og 10 stig.
Sunnudagin verður veðrið eisini hampiligt. Tað verður turt og sólglottar. Um kvøldið veksur hann vindin og møguliga fer at regna.
Niðanfyri greiðir veðurmaðurin í Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen, frá veðrinum komandi dagarnar.