Hampiliga friðarligt

Tað hevur verið nógv at gjørt hjá politinum í nátt, men kortini er tað mesta smáttaríir.

Tað hevur verið nógv at gjørt hjá politinum í nátt, men kortini er tað mesta smáttaríir.

 

Talan var í tí eina førinum um ein mann, sum framdi herverk. Hann gjørdi seg inn á eina knallert, síðani inn á ein bil, og at enda gjørdi hann skaða á tey føroysku klæðini hjá einum manni, sum royndi at steðga honum.

 

- Hann varð handtikin og koyrdur til klaksvíkar. Hann skal avhoyrast við tí, sum hartil hoyrir, áðrenn hann verður latin leysur aftur, sigur vakthavandi.

 

Annars hevur verið nóg mikið at gera við at vakja full fólk og fáa tey heim.

 

- Vit hava sent boð eftir sjúkrabili heilar átta ferðir í nátt, tí fólk eru dottin ella á annan hátt komin til skaða. Eisini hava vit havt úr at gera við at fara eftir fólki, sum eitt nú eru endað á skeivum bústaði, sigur vakthavandi.

 

Eisini hevur politiið verið úti í morgun, tí onkur hevur verið inni í tjaldunum, nú tey standa tóm, fyri at stjala eitthvørt. Men sum heild hevur ólavsøkan verið rímiliga friðarlig, tó at politiið hevur havt nógv at gera.