20. februar byrjar fyrsta skeiðið hjá Hammers Koyriskúla til stóra koyrikortið í hølunum hjá Tórshavnar Trafikkskúla í Fútalág nr. 1b í Havn.
Tað er Johannus Hammer í Sandavági, sum eigur og rekur Hammers Koyriskúla.
Johannus er tvørámaður, sum hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Hann er útbúgvin kokkur, hovmeistari og koyrilærari. Johannnus sigur, at hann var tann fyrsti í danska ríkinum, sum fekk dupult koyrilæraraprógv, tvs. bæði til persón- og lastbil síðuloypandi, sum fyrr var hvør sær.
Hann búði nógv ár Vági, har hann byrjaði sín fyrsta koyriskúla, Suðuroyar Teori og koyriskúla í 1981, í kjallaranum heima hjá sær sjálvum, har hann arbeiddi í nógv góð ár við sera góðum úrslitum.
Johannus flutti síðan til Havnar, har hann rak og átti Tórshavnar Trafikkskúla, har hann valdi at konsentrera seg um frálæruna til lastbil, trailara og buss. Fyrst í 90-unum seldi hann koyrifrálæruna til Hans Jacob Hermansen koyrilærara í Havn.
Hann hevur síðan tykist við eitt sindur av hvørjum, samstundis sum hann hevur hildið koyrifrálæruna við líka, bæði við tí stóra og tí lítla koyrikortinum, við m.a. Hammers koyriskúla, har hann millum annað hevur hildið vikuskiftisskeið til endurtøku av lítla koyrikortinum.
Nú hevur hann so aftur keypt lastbilafrálæruna við tveimum lastbilum og einum trekkjara við leguvogni (trailari).
Johannus sigur, at um møguleiki verður fyri tí, fer hann eisini at hava koyrifrálæru aðrastaðni í landinum eitt nú í gamla skúlanum í Sandavági, og á Fylking á Tvøroyri.
Johannus Hammer vónar at fáa góða undirtøku.