Hamilton vinnur

Alain Prost, sum telist millum bestu Formel 1-koyrararnir í søguni, ivast ikki í, at Lewis Hamilton verður heimsmeistari komandi kappingarárið

Hamilton var annars nær við at vinna í fjør, men at enda hevði finski Kimi Raikonnen eitt stig meira. – Eg tapti HM-heitið við nøkrum fáum stigum í ’81, ’82, ’83 og ’84. Tá helt eg, at eg ongan tíð fór at vinna, men tað eydnaðist mær so kortini fýra ferðir, sigur Prost.