Hamilton vann fyrstu koyringina

Tað var dramatikkur frá fyrsta svingi í ársins fyrstu Formil 1 kappkoyring, sum bleiv koyrd í Melbourne í Avstralia í nátt føroyska tíð

Stórur ruðuleiki var í fyrsta svinginum, sum er tiltikið fyri at gera enda á nógvum bilum. Tað gjørdi tað eisini henda sólskins seinnapartin í Melbourne, har koyrararnir stríddust við 36 hitastig.

Enski Lewis Hamilton byrjaði fremstur, og tað eydnaðist ongantíð nøkrum at nærkast honum. Nick Heidfeld frá BMW Sauber gjørdist nummar tvey, meðan Nico Rosberg í sínum Williams-bili bleiv nummar trý.

Tað gekk heilt galið í undankoyringini hjá verandi heimsmeistaranum, Kimi Räikkönen, og hann byrjaði nummar 15 í byrjunarrøðini. Hann megnaði at koyra seg heilt upp í feltið aftur, men eftir tveir túrar av breytini, mátti hann geva skarvin yvir. Hann fekk tó eitt stig, takkað verið Rubens Barrichello, bleiv vrakaður fyri at hava koyrt fyri reyðum ljósi í pittinum. Næsta kappkoyring verður longu komandi vikuskifti, tá ið koyrt verður í Malaysia.