Hamilton vann Formil 1

Seinasta kappkoyringin í Formil 1 var í Brasil um vikuskiftið, og endin var, at bretin Lewis Hamilton vann kappingina. Hann koyrir fyri Ferrari, og í seinastu kappingini eydnaðist honum í evstu løtu at koyra seg fram á ein fimta pláss, sum tryggjaði honum meistaraskapin. Lewis Hamilton er tann yngsti førarin, sum vinnur Formil 1 kappkoyringina.