Jón Aldará, er nýggjur sangari í finska superbólkinum Barren Earth, men hetta merkir ikki, at hann gevist í Hamferð.
Í langari samrøðu við Vikuskiftisosialin, leggur Jón dent á, hann ikki hevði droymt um at farið úr Hamferð. Hóast hann nú er í einum bólki, ið er kendari enn føroyski dómadagsbólkurin.
- Nei, slett ikki! Hamferð er ein kærleiki, ið ongantíð doyr. Vit hava arbeitt so nógv við hesum tey seinastu árini, at tað er eingin tjansur at eg leggi tað undir jørðina, sigur hann avgjørdur. Ætlanin er, at Hamferð fer á konsertferð í ár, og tað gleðir Jón seg til.
- Flestu av hinum limunum í Barren Earth spæla jú eisini í øðrum bólkum, so tað ber væl til at fáa skemaðini at ganga upp, vísir Jón á.