Tá Hamferð vann kappingina Wacken Metal Battle, so merkti tað eisini, at teir nú standa við plátusáttmála í hondini. Sáttmálin er við útgávufelagið Nuclear Blast, sum skal promovera Hamferð world wide.
Men við Sosialin, sum kemur út í morgin, sigur Jenus í Trøðini, bassleikari í Hamferð, at teir ætla at samráðast út í æsir viðvíkjandi sáttmálanum, tí teir eru ikki sinnaðir at selja seg fyri lítið og lætt.
Næsta ár spælir Hamferð sum luttakndi bólkur á stóra tungmálmsfestivalinum Wacken, tí tá er Hamferð við sum vinnandi bólkur av Wacken Metal Battle.
Myndina tók finska myndakvinnan Eija Mäkivuoti eftir at Hamferð vann á Wacken.