Leygarkvøldið ber til at hoyra tungmálmsbólkin Hamferð hava eina akustiska framførslu í Spaniastovu í Klaksvík. Hamferð er annars kent fyri sínar stórslignu og sveimandi rockframførslur, men leygarkvøldið verður framførslan meira sorgblíð og innilig. Á kvøldinum fara Fimm Feitar Flugur, sum er eitt lítið manskór, eisini at syngja.
Hamferð & Fimm Feitar Flugur
Spaniastova í Klaksvík
Leygarkvøldið 26/4 kl. 22.00