Millum bólkar úr eini 30 londum vann føroyski doom metal bólkurin Hamferð kappingina Wacken Metal Battle.
Wacken er størsti festivalur fyri tungmálmstónleik á okkara leiðum. Kappingin verður hildin dagin fyri sjálvan festivalin, og er eitt slag av startskoti til sjálvan festivalin, har stóru nøvnini standa á palli.
Millum hundraðtals bólkar
-Jú, hetta er rætiliga stórt. Ein skal minnast til, at hinir bólkarnir hava kappast ímóti eini stórari fjøld av bólkum, fyri at koma víðari í kappingini, so í veruleikanum er talan um eina kaping millum hundraðtals, kanska enntá túsundtals, bólkar. Og at vit so vinna er stórt, sigur Jenus í Trøðini, bassleikari í Hamferð.
Í Føroyum varð valt út millum virknu tungmálmsbólkarnar, hvør skuldi kappast um plássið at umboða Føroyar í kappingini, og har gjørdist Hamferð føroyska umboðið, og at enda eisini endaligi vinnarin í altjóða kappingini.
Spæla næsta ár
Tungmálmsfjepparar í Føroyum hava í áravís ferðast til Wacken fyri at uppliva hendan kenda tungmálmsfestivalin. Komandi ár verður so eitt føroyskt navn á pallinum, tí Hamferð er á skránni fyri sjálvan festivalin komandi ár sum vinnandi bólkur av Wacken Metal Battle.
-Hetta er bert ein partur av vinniginum, sum fellur bólkinum í lut.
-Har fylgdi eisini nógv annað við. Tveir Marshall forsterkara stakkar fingu vit t.d., og tveir Washburn guitarar, skálir til trummur, og sangarin og guitarleikarar eru sponsoreraðir framyvir, sigur Jenus í Trøðini.
Plátusáttmála
-Vit gera nú nýtt tilfar og skulu í upptøkuhølini seinni í ár. Tað gongur bara betri og betri við at koma í rætta huglagið viðvíkjandi hesum at gera nýtt tilfar, sigur Jenus í Trøðini.
-Vit fingu sum vinnarar sáttmála við útgávufelagið Nuclear Blast, ið eisini skal promovera okkum world wide. Men sáttmálin skal tó samráðast upp á pláss, og alt skal greiðast út í æsir. Vit selja ikki okkum og bólkin uttan víðari, sigur Jenus í Trøðini.
-Tað er eisini tað, at onnur hava víst okkum áhuga, so enn er ikki til at siga, hvussu alt hettar endar, sigur Jenus í Trøðini, sum fegnast um, at bólkurin hevur ein umboðsmann at taka sær av øllum hesum.
-Vit fara ætlandi í upptøkuhølini um eitt hálvt ár, ella so, sigur Jenus í Trøðini.