Hamferð er stór list

Føroyski rockbólkurin Hamferð hevur givið nýggja fløgu út, og tað er ikki smávegis ummæli, ið bólkurin fær frá týskari heimasíðu.

Demonic-nights.at hevur ummælt fløguna Evst hjá Hamferð, og tey kalla fløguna fyri ”stóra, stóra list”.

Hamferð, sum vann Wacken Metal Battle, segði nei takk til sáttmála við útgávufelagið Nuclear Blast, ið er kent innan harðan rocktónleik. Hamferð vildi heldur halda seg til føroyska felagið Tutl og varðveita sítt listarliga frælsi.

Tað heldur týska heimasíðan var eitt gott hugskot, tí nýggja fløgan hjá Hamferð er framúr góð.