Hamferð er ársins bólkur

Bólkurin, sum vann altjóða kappingina Wacken Metal-Battle 2012, er eisini ársins føroyski bólkur í 2012. Tað er Hamferð.

 

Fyri tveimum árum síðan varð Hamferð kosin ársins nýggi bólkur, og nú tvey ár seinni er sami bólkur árins bólkur. Tann støðan staðfestir stóru framgongdina hjá teimum fimm, sum manna Hamferð. Teir hava somuleiðis fingið góð skoðsmál í altjóða miðum seinastu árini.

 

John Áki Egholm, ein av manningini, staðfestir, at ferðin er ongan veg komin enn.

 

- Vit hava roynt at sligið okkara navn fast á tónleikapallum í Evropa, og tað hevur eydnast væl. Ein nýggj fløga er ávegis, so framtíðin sær spennandi út, sigur hann.