Hamas til valdið

Hóast almenna valúrslitið ikki er almannakunngjørt enn, bendir alt á, at Hamas vann palestinska tjóðartingsvalið og skal skipa eina stjórn, sum umheimurin ikki vil kennast við.

Langt áðrenn uppteljingin var liðug, kunngjørdi leiðslan í Hamas, at flokkurin hevði vunnið valið, tí hann hevði fingið í hvussu er 70 av teimum 132 tinglimunum og sostatt meiriluta.

Løtu seinni ásannaðu leiðandi limir í Fatah-stjórnarflokkinum, at flokkurin hevði tapt, og Ahmed Qurie, forsætisráðharri, kunngjørdi, at hann og hansara ráðharrar høvdu lagt frá sær.

-Fólkið hevur valt, og vit mugu virða fólksins avgerð. Er úrslitið tað, sum sagt verður, eigur forsetin at biðja Hamas skipa stjórn, segði forsætisráðharrin, tá hann boðaði frá, at stjórnin var farin frá. Sambært tíðindastovunum misti Fatah-flokkurin serliga nógvar atkvøður á bygd.

Sambært stýrisskipanini skal Mahmoud Abbas, forseti, biðja tann størsta flokkin skipa stjórn. Sjálvur er forsetin valdur beinleiðis, so úrslitið av tjóðartingsvalinum hevur onga ávirkan á embæti hansara, men Abbas hevur sagt, at hann fer at leggja frá sær, um valúrslitið ber í sær, at friðarsamráðingarnar við Ísrael steðga upp.

Enn er heldur ikki nakað, sum bendir á, at nakrar samráðingar verða við Ísrael. Ein talsmaður hjá Hamas sigur við AP, at sum er kemur tað ikki upp á tal at viðurkenna Ísrael.

-Samráðingar við Ísrael standa ikki í politisku skrá okkara, sigur Mushir al-Masri, sum sjálvur er valdur í nýggja tjóðartingið. Hann heldur kortini, at Hamas eigur at leggja seg eftir at fáa samstarv við Fatah-flokkin, tí tað er umráðandi, at tað palestinska fólkið stendur saman, sigur hann.


Skal leggja vápnini

Tað góða valúrslitið hjá Hamas kemur Ísrael og USA sera illa við, og bæði londini hava gjørt greitt, at tey fara ikki at samráðast við eina Hamas-stjórn, fyrr enn Hamas broytir politikk og stevnumið.

-Ísrael kann als ikki góðtaka, at Hamas verður partur av einari palestinskari stjórn. Hamas er ein yvirgangsfelagsskapur, sum hevur sum mál at beina fyri Ísrael, og tí er tað okkara krav, at felagsskapurin letur vápnini frá sær, sigur ísraelski forsætisráðharrin, Ehud Olmert.

Hann fekk alt fyri eitt fullan stuðul frá amerikanska forsetanum, George W. Bush.

-Vit tingast ikki við teir, fyrr enn teir sleppa tankanum um at oyðileggja Ísrael, vóru boðini úr Hvítu Húsunum.

ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, vil eisini hava Hamas at lata vápnini frá sær.

-Ein og hvør vápnaður felagsskapur, sum vil sleppa at taka lut í einari demokratiskari tilgongd, eigur at lata vápnini frá sær, tí tað er ikki sambæriligt at bera vápn og at sita í lóggevandi tinginum. Eg ivist ikki í, at Hamas skilir tað, sigur Kofi Annan.