Hamas-leiðsla staðfestir: Gaza uttan Hamas er ein hvørvisjón

Forsætisráðharrin í Ísrael, Benjamin Netanyahu, hevur fleiri ferðir gjørt greitt, at málið hjá Ísrael er at týna Hamas.

 

Foto: Aziz Taher/Reuters/Ritzau Scanpix

Sambært Hamas-leiðaranum Ismail Haniyeh er eitt Gaza uttan Hamas tó ein hvørvisjón. ta sigur Haniyet í eini sjónvarpssamrøðu í gjár, skrivar tíðindastovan Reuters.

Í røðuni segði hann, at Hamas er til reiðar at taka lut í samrøðum, men at hernaðarligi felagsskapurin vil sita við borðið og halda fram við at stýra Gaza aftaná.

– Vit eru opin fyri at umrøða øll góð hugskot og tiltøk, sum kunnu enda ísraelsku álopini og gloppa dyrnar fyri at endurreisa palestinska húsið á bæði Vestara áarbakka og Gaza, segði Haniyeh í sjónvarpsrøðuni.

 

 

 

 

Foto: Aziz Taher/Reuters/Ritzau Scanpix