Hamas: - Joe Biden er lopin framav

Eitt talsfólk hjá Hamas heldur, at amerikanski forsetin er í so skjótur at siga, at ein vápnahvíld millum Hamas og Ísrael er beint hinu megin hornið.

Í einari samrøðu sigur amerikanski forsetin, Joe Biden, at Ísrael møguliga er sinnað at steðga krígsatgerðunum í Gazageiranum, meðan Ramadan er, um Hamas aftur fyri letur gíslar leysar. 

 

Í ár er Ramadan í døgunum, 10. mars til 8. apríl.

 

Men, eitt talsfólk hjá Hamas heldur, at útsagnirnar hjá amerikanska forsetanum um vápnahvíld eru komnar ov tíðliga og eru ikki í samsvar við tað, sum gongur fyri seg á hermótinum millum stríðandi partarnar. 

 

Joe Biden segði einki um, hvussu nógvar gíslar talan kann vera um, at Ísrael fer at krevja leyslatnar aftur fyri eina steðg í atgerðunum í Gazageiranum.

 

Sambært Hamas-talsfólkinum er framvegis stór ósemja millum stríðandi partarnar um treytirnar fyri einari møguligari vápnahvíld, og higartil hevur Ísrael ikki gjørt viðmerkingar til tað, sum amerikanski forsetin hevur sagt.

 

Útlendskir miðlar vita at siga, at í samráðingunum, sum hava verið millum USA, Egyptaland og Qatar hevur verið tosað um vápnahvíld í seks vikur, samstundis sum Hamas letur leysar nakrar 10-tals gíslar í býti við palestinskar fangar í ísraelskum fongslum.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag.