Hamas ógildar vápnahvíld við Ísrael

Tann hernaðarligi vongurin av Hamas kunnger í morgun, at hann hevur gjørt av at ógilda ta tvey ára gomlu vápnahvíldina við Ísrael. Sagt verður, at avgerðin er tikin eftir tey ísraelsku loftálopini á Gaza hósdagin og í gjár, og leiðslan í tí hernaðarliga vonginum eggjar sínum stuðlum til at fara í bardaga við Ísrael.

-Vit mæla øllum bólkum til at standa saman ímóti tí kriminella áganginum frá tí ísraelska hersetingarvaldinum, stendur í áheitanini, sum CNN endurgevur.

Vápnahvíldaravtalan við Ísrael kom í gildi í 2009, men kortini hava víðgongdir Hamas-limir søkt at málum í Ísrael fleiri ferðir hesi bæði árini. Sambært Hamas hava álopini verið svar upp á tað, sum rørslan kallar "ísraelskan ágang".

Í minsta lagi 14 palestinar í ísraelskum loftálopum á Gaza-geiran hósdagin og í gjár. Hósdagin doyðu átta ísraelsmenn, tá víðgongdir palestinar skutu fleiri rakettir úr Gaza inn í syðra part av Ísrael.