Hamas er positivt um uppskot til vápnahvíld

Í kvøld almannakunngjørdi Joe Biden høvuðsinnihaldið í uppskoti, sum eitt nú fevnir um fulla vápnahvíld, afturtøku av herdeildum og leyslating av gíslum.

Reuters veit í kvøld at siga, at Hamas nú hyggur upp á eitt uppskot um vápnahvíld í Gazageiranum, sum amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur kunngjørt.

 

Tíðindastovan veit at siga, at tað er Ísrael, sum hevur gjørt uppskotið um vápnahvíld, og sambært tíðindastovuni heldur Hamas, at uppskotið er positivt.

 

Amerikanski forsetin sigur, at uppskotið er rættiliga "umfatandi", sum tikið verður til.

 

Í kvøld almannakunngjørdi Joe Biden høvuðsinnihaldið, sum fevnir um fulla vápnahvíld, afturtøku av herdeildum og leyslating av gíslum í Gazageiranum.