Í sínari fyrstu almennari útsøgn um yvirgangsálopið á Ísrael hin 7. oktoner, sigur Hamas nú, at álopið var neyðugt.
Hernaðarligi felagsskapurin ásannar kortini, at kaos elvdi til, at mistøk vórðu gjørd undir átakinum.
Hamas heldur, at álopið var eitt neyðugt stig og eitt hóskandi mótsvar fyri ísraelsku samansvørjingina móti palestinska fólkinum.
Felagsskapurin ásannar, at tað hendu kanska nøkur mistøk undir átakinum, tí ísraelska trygdar-og hernaðarskipanin skrantaði.
Hamas sigur, at tað var á markinum til Gazageiran, at tær keðiligu hendingarnar fóru fram.
Samstundis, sum Hamas viðgongur nøkur mistøk undir átakinum móti Ísrael, krevur yvirgangsfelagsskapurin, at Ísrael steðgar áganginum móti Gaza.
- Tað er bert palestinska fólkið, sum ræður yvir framtíðini í Gazageiranum, leggur Hamas aftrat í sínari útsøgn.
Undir yvirgangsálopinum á Ísrael hin 7. oktober drap Hamas 1140 fólk, harav størsti parturin var sivilfólk.
Haraftrat tóku Hamas og bólkurin, Islamisk Heilagt Kríggj, 240 fólk sum gíslar, harav ógreitt er, huvssu støðan hjá teimum eftirverandi 132 gíslunum er.
Hetta veit norska Dagbladet seinnapartin í dag at siga.