Palestinskir myndugleikar vita í dag at siga, at umleið 300.000 palestinar í dag hava verið á veg til Norðurgaza.
Íbúgvarnir, sum hava verið burtur haðani - heilt síðan kríggið millum Hamas og Ísrael brast á í oktober 2023, ferðast nú heimaftur til heimstaðin.
Men, her er eftir øllum at døma ikki nógv at koma heimaftur til, tí ein stórur partur av býunum her norðuri í Gazageiranum eru í knúsi.
Tíðindastovan NTB veit at siga, at longu klokkan 07 í morgun komu fyrstu palestinarnir heimaftur til Gazabý, sum liggur í norðara parti av Gazageiranum.