Høllin á Hálsi hevur í dag verið karmur um fyrstu kurvabóltsfinaluna nakrantíð í Føroyum. Finalan var millum Hamar og Spordrekan. Hamar vann finaluna 63-56.
Hamar byrjaði fyrsta fjórðingin betri og fór spakuliga framum Spordrekan. Teir síðstu minuttirnir vóru merktir av fleiri feilum og spælið var ikki nógv at reypa av. Fyrsti fjóðringurin endaði 18-12 til Hamar.
Annar fjórðingur var meira javnur. Sporðdrekin skorar tvey mál við brotskasti, men Hamar svaraði aftur til støðuna 20-16. So steðgaði alt upp hjá Hamari. Teir fingu ikki enda álopini, meðan Sporðdrekin gjørdi alt rætt. Sporðdrekin minkaði um munin til 22-20 til Hamar. Hetta var tað tættasta Sporðdrekin kom. Hamar var fyri tað mesta omaná, og endaði annar 33-27 til Hamar.
Í triðja fjóðringi tók Hamar av álvara yvir. Teir stýrdu dystinum og fóru framum við 14 stigum. Tá hálvur minuttur var eftir, minkaði Sporðdrekin um munin til 49-37 og vóru um reppið at skora til 49-39. Triðji fjóðringurin endaði 49-37.
Gongdin í seinasta fjóðringi var tann sama sum í triðja. Hamar vóru omaná leingi, men tá tveir og ein hálvur minuttur vóru eftir, kom Sporðdrekin inn aftur í dystin. Teir spældu og vardu væl, og Hamar fekk einki stig. Sporðdrekin minkaði um munin til 60-56 og nú var spenningur aftur í dystinum. Men tað eydnaðist ikki Spordrekanum at koma nærri Hamari, sum komu væl við aftur tað seinastu løtuna og vunnu dystin 63-56.










