Hálvthundrað lýddu á Nils Nielsen

Fríggjadagin skipaði FSF fyri impulsskeiði við danska venjaranum, Nils Nielsen. Undirtøkan fyri skeiðnum var góð – áleið 50 venjarar luttóku

Fríggjadagin skipaði FSF fyri impulsskeiði við danska venjaranum, Nils Nielsen. Undirtøkan fyri skeiðnum var góð – áleið 50 venjarar luttóku

 

Sum liður í at dagføra UEFA A- og UEFA B-venjaraprógvini hjá føroyskum venjarum, ið hava tikið sína venjaraútbúgving umvegis Fótbóltssamband Føroya, skipar FSF á hvørjum ári fyri ymiskum impulsskeiðum. Eitt av hesum var á Tórsvølli fríggjadagin, har danin, Nils Nielsen undirvísti.

 

Nils Nielsen er 52 ára gamal, og hevur drúgvar og fjølbroyttar royndir sum venjari. Sum ungur arbeiddi hann nógv við talentmenning í donskum feløgum, og var í nógv ár knýttur at fyrst FC Keypmannahavn og síðani Brøndby IF.

 

Harafturat hevur Nils Nielsen eisini royndir sum landsliðsvenjari í Danmark, Kina og í Sveis. Hæddarpunktið mundi vera í 2017, tá hann leiddi danska kvinnulandsliðið í EM-finaluna.

 

– Tað er altíð spennandi at síggja, hvat aðrir venjarir hava at bjóða, og mangan koma teir við onkrum, sum man ikki hevur sæð áður. Á slíkum impulsskeiðum fær man eisini samband við nógvar aðrar føroyskar venjarar, og er tað eisini við til at geva nýggjan íblástur, sigur Agnar Prestá, ið hevur A-venjaraprógv, og sum var millum luttakararnar um vikuskitfið.

 

Umframt at hava verið venjari, hevur Nils Nielsen seinastu 20 árini verið venjarainstruktørur hjá DBU, og afturat tí hevur hann farnu tíggju árini eisini havt ymsar uppgávur fyri UEFA og FIFA, við denti á at menna gentu- og kvinnufótbóltin kring heimin.