Í kvøld tók EM-hetjan, Hákun West av Teigum og liðfelagar hansara í Skanderborg Århus móti toppliðnum, GOG á heimavølli í bólki 2 í endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Skanderborg Århus vann ein flottan 34-32 sigur á GOG. Í steðginum var Skanderborg Århus á odda 18-17.
Hákun skoraði fýra mál fyri Skanderborg Århus.
Sigurin merkir, at hálvfinaluvónin hjá Skanderborg Århus livir enn. GOG er fremst í bólkinum við sjey stigum, Fredericia hevur seks stig, og Skanderborg Århus og Bjerringbro/Silkeborg hava trý stig hvør.
Komandi sunnudag klokkan 16.30 má Skanderborg Århus vinna á Bjerringbro/Silkeborg á útivølli. Samstundis má GOG vinna á Fredericia á heimavølli.
Eydnast tað kann Skanderborg Århus vinna seg upp á annað plássið seinasta bólkadystinum á heimavølli móti Fredericia, sunnudagin 14. mai.
Tvey tey bestu liðini í hvørjum bólki vinna seg í hálvfinalurnar.