Haltar í ólukkumáta

Í Degi og Viku týskvøldið borðreiddi sjónvarpið søguna um setan av fólki at taka sær av sjúklingum úr Føroyum, sum verða sendir til Ríkissjúkrahúsið.

 

Vit fingu søguna um málið, sum bara fall niðurfyri, men nú aftur er á skránni.

 

Sambært landsstýrismanninum í heilsumálum, fer hetta árið til fyrireikingar, til støða um setan kann takast, hóast landsstýrismaðurin - Helena Dam á Neystabø - vónaði, at nakað hendi fyri summarið.

Nú vita vit, at hetta mál fall niðurfyri av lorkasligheit av umsitingini, heilsumála- og fíggjarmálastýrinum.


Hóast væl kvalifiserað umsókn - so hendi heinki, tíðin gekk, og fólk søkir aðrar leiðir.


Svartiper er sjúklingurin.


Men slært tú teg til tols við tí, ið borið varð fram í sjónvarpinum týskvøldið, so var alt so tilforlátiligt - fyri ikki at siga pent. Einki øvugt orð um tíðarspill ella beinleiðis háðan av sjúklinginum.


Kári Petersen, sum í søguni umboðaði sjúklingin, var leikapettið, sum brúkt var í spælinum hjá máttmiklu stýrunum.


At setan av starvsfólki verður handfarið so skilaleyst, sum í hesum føri, gevur onkra ábending um, at stýrisskipanin ikki í nærnámind hevur lært mest elementeru tingini, tíans heldur stevlagið, sum krevst, áðrenn tú setur fótin útum.


Søgurnar eru tíverri ov nógvar um vøkkult stevlag.


Vónir um fagra framtíð fyri tey, sum verða løgd undir hesa skipan, tykjast eftir slíkum royndum lítið bjartar ella eggjandi.