HALT ÚT, HALT Á

Halt út, halt á.
Tú mást ei bregða burt úr ætt,
men royn av øllum alvi
at virka fyri lóg og rætt,
í øllum stríði stinnur statt.
Tað bera má
um enn í longum talvi.
Halt út, halt á, hátt høvur ber
um verð.

Halt út, halt á.
So mangur maður undan tær
væl royndi síni evni;
og tó hann fyri happi var,
hann fúsur sínar sjónir bar
og vandar vá,
tá brotið breyt mót stevni.
Halt út, halt á, hátt høvur ber
um verð.

Halt út, halt á.
Stíg stinnur inn í nýggjan dag,
loys av tær vanans fjøtur.
Av dirvi manna næla fræ,
og vindur ber tey fram í dag,
ið stríðið sá.
Og har tey festa røtur.
Halt út, halt á, hátt høvur ber
um verð.
--------

Alexandur Kristiansen